Sunda Kommuna
Útgivið
25. maj 2022
Útgongur
24. juni 2022
Staður
við Streymin, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Sunda kommuna søkir eftir skúlavørði, at byrja 15. august 2022 ella eftir avtalu.

Dagliga arbeiðið er skipað í samráð við skúlastjóran og tekniska leiðara. Eisini kemur viðkomandi at arbeiða tætt saman við verandi skúlavørði.

Høvuðsuppgávur:

  • Arbeiðsøkið umfatar allan Skúlan við Streymin, eisini íroknað ítróttahøll, svimjihyl, fimleikahøll, skúlagarð og uttanumøkið annars, sum hoyrir til skúlan.
  • Hevur ábyrgd av og umsjón við útbúnaði á skúlanum, sum ljósi, hita, saniteti, svimjihyli, ítróttarhøll, undirvísingarútgerð v.m.
  • Hevur umsjón við øllum viðlíkahaldsarbeiði á skúlanum í samráð við tekniska leiðara hjá Sunda kommunu og annars í samráð við skúlastjóran.
  • Samskipar reingerð av skúlanum.
  • Húsavørðurin skal tola broytingar í uppgávunum.

Førleikar og persónligir eginleikar til viðkomandi sum settur verður:

  • Útbúgving sum handverkari ella líknandi
  • Førleikar innan tøkniligar el stýrisskipanir kann vera ein fyrimunur
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og hevur góð evni at samstarva
  • Dugur at loysa trupulleikar,   á stendur
  • Fyrikomandi og hevur gott handalag
  • Trívist við broytingum og einum fjølbroyttum gerandisdegi hevur KT-førleikar á brúkarastigi

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum førleikum og persónligum eginleikum.

Setanarviðurskifti:
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært galdandi sáttmála við Starvsmannafelagið ella Føroya Handverkarafelag.

Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Lillian Jacobsen, tekniskur leiðari á tlf. 29 72 20 ella skriva teldupost til lillian@sunda.fo.

Umsókn:
Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagið fríggjadagin 17. juni 2022 kl. 12.00.

Umsóknir skulu sendast til sunda@sunda.fo

Merkið umsóknina “Skúlavørður”

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Líknandi størv

11. februar 2026
Hálvtíðarstarv sum sølufólk   Faroe Islands nýtt
11. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið