MEST
Útgivið
21. februar 2025
Útgongur
16. marts 2025
Staður
Faroe Islands

Lýsing

MEST ger túsund ting, men okkum manglar tveir kranførarar til at flyta tey. Hevur tú hug og vilt vera saman við røskum fólkum, smekka til og søk. Tað er brúk fyri tær!

Um teg
Tú ert umhugsin, og tú arbeiðir væl og vandaleyst. Tað er neyðugt, at tú:

  • hevur fyrilit
  • leggur dent á trygd
  • kanst meta um og taka avgerðir
  • ert væl fyri og sært og hoyrir væl

Tað er krav, at tú hevur koyrikort til lastbil og til lastbil við krana. Tað er sjálvandi eisini ein fyrimunur, um tú hevur neyðug kranaskeið, men vit bjóða tær eisini viðkomandi skeið uttanlands.

Um starvið
Sum kranførari ert tú rástyrkin á skipasmiðjuni og setir tey tungu tingini upp á pláss. Tú fert at:

  • føra mobilkranan hjá MEST
  • viðlíkahalda kranan og kranaútgerð
  • hava skil á og skráseta viðlíkahald
  • vera við, tá ið skip verða tikin upp á beding og sjósett
  • halda tað reint og ruddiligt uttan um teg og á tínum arbeiðsplássi

Starvið, ið er eitt fulltíðarstarv, verður sett skjótast tilber, og lønin verður ásett sambært avtalu. Starvsstaðurin er í Tórshavn ella á Skála. Freistin at søkja er sunnudagin 16. mars 2025.

Nakað fyri teg?
Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við Dánjal í Soylu, Rakstrarleiðara okkara, á djs@mest.fo ella á tel. 79 12 31.

Søk starvið her:

 

Vit eru MEST
Ein fyritøka á fimm hundrað hegnig fólk, sum hvønn morgun tørna til á føroyskum skipasmiðum og verkstøðum og í frálandavinnuni úti í heimi. Vit smíða og bøta um bátar og skip, tilevna tól úr klingandi stáli, skaffa nýtt fyri slitið og brotið og hiva og sleipa mangt less upp á pláss.

Vit eru í Havn, Runavík og á Skála, og hevur tú hug og hendur, kanst tú koma við.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið