Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
27. februar 2025
Útgongur
20. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, sóknast eftir røktarfakligum dygdarmennara at byrja 1. apríl 2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv fulla tíð.

Endamálið við starvinum er miðvíst at menna dygdina í tænastunum, skipa karmarnar samsvarandi og stuðla til, at NBH er eitt gott fakligt arbeiðspláss.

Dygdarmenning er liður í visjónsarbeiðnum hjá NBH. Í visjónini er eitt høgt fakligt støði
sett sum fyritreyt fyri, at virksemið kann vera eldri borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
Visjónsorðingin hjá NBH sæst á heimasíðuni: www.nbh.fo/nbh

Uppgávurnar fevna millum annað um:

  • At undirvísa starvsfólkum, bæði í smærri og størri høpum
  • At stuðla undir menning av fakligum førleikum og etiskum umhugsi hjá starvsfólkum
  • At luttaka í læringsstøðum, tá ið talan er um torgreiddar støður
  • At tryggja rættar arbeiðsgongdir, og at starvsfólk kenna og arbeiða eftir mannagongdum hjá NBH
  • At skipa fyri innleiðslu og vera við til at undirvísa nýggjum starvsfólkum
  • At tryggja, at búeindir lúka lógar- og eftirlitskrøv
  • At tryggja góða og rætta skjalfesting

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur. Kliniskar royndir og eftirútbúgvingar innan gerontologi/geriatri ella onnur viðkomandi økir kunnu vera ein fyrimunur.

Arbeitt verður í tøttum samstarvi við deildarleiðarar á búeindunum, fakliga samskiparan/varastjóran og stjóran í NBH. Sí nærri kunning um tænastur og eindir á heimasíðuni www.nbh.fo.

Umframt góð evni at samstarva og samskifta, verður eisini væntað, at tú megnar sjálvstøðugt at taka stig til at ganga undan og skipa menningararbeiði. Virkisfýsni, hugur til nýggjar avbjóðingar og evni at kveikja eina góða og jaliga tilgongd í menningararbeiðnum eru somuleiðis týðandi eginleikar.
Eisini verður væntað, at tú dugir at orða teg í skrift og talu og hevur KT-førleika á brúkarastigi.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Sólgerð Hvidbro, fakligan samskipara/varastjóra fyri NBH, á tel. 793400, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til solgerdh@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 20. mars 2025.

Líknandi størv

Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið