Løgmálaráðið
Útgivið
27. februar 2025
Útgongur
24. marts 2025
Staður
Gongin 7, Postboks 377, 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
lmr@lmr.fo

Lýsing

Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við kommunurætti? So er hetta starvið kanska nakað fyri teg.

Talan er um eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi farloyvisstarv í eitt ár við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.

Starvið
Tú fert at arbeiða sjálvstøðugt við møguleika at samskifta við starvsfelagar við royndum innan málsøkið. Høvuðsuppgávurnar eru at viðgera kærumál á kommunala økinum og ráðgeva landsstýrismanni og aðalstjóra innan títt málsøki.

Aðrar vanligar uppgávur innan málsøkini hjá Løgmálaráðnum kunnu væntast í starvinum. Hetta eru t.d. løgfrøðilig eftirkanning av lógar- og kunngerðaruppskotum, lógarsmíð og aðrar uppgávur, ið verða mettar at passa til tínar fakligu førleikar.

Førleikakrøv
Tú skalt hava løgfrøðiligt embætisprógv (cand. jur.) ella embætisprógv í lóg.

Eisini verður væntað, at tú, sum søkir:

  • dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • sýnir ábyrgd og skilvísi
  • ert ágrýtin, nýhugsandi og dámar væl avbjóðingar
  • hevur lætt við at seta teg inn í nýggj fakøki
  • dugir væl at samskifta og samstarva
  • dugir væl at skriva og tosa føroyskt

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan fyrisiting og kunnleika til kommunurætt.

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

Setanarøkið fevnir um Løgmálaráðið og stovnar undir ráðnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Nærri kunning um starvið
Eru spurningar, eru umsøkjarar væl komnir at venda sær til Nellu Festirstein, aðalstjóra, á telefon 558076 ella senda teldubræv til nellaf@lmr.fo.

Umsóknir
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til:

Løgmálaráðið
Gongin 7
Postboks 377
110 Tórshavn

Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lmr@lmr.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi á middegi kl. 12 mánadagin 24. mars 2025. Starvið er tíðaravmarkað til 30. apríl 2026 og verður sett frá 1. mai 2025 ella sambært nærri avtalu.

Líknandi størv

Farloyvisstarv Nánd   Faroe Islands nýtt
6. marts 2025
3. marts 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið