Glasir
Útgivið
1. juni 2022
Útgongur
1. juli 2022
Staður
Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at starvast á Føroya størsta útbúgvingarstovni við 250 starvsfólkum og 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi? So hava vit tørv á einum dugnaligum lærara til El deildina á skúlanum!

Sum lærari á eløkinum fært tú høvi at seta tíni fingramerki á menningina av framtíðar elektrikarum. Tú kemur at samstarva og býta vitan við hinar lærarnar á fakøkinum. Sum lærari á el skalt tú vera fakliga væl fyri og duga at fáa næmingarnar at trívast.

FØRLEIKAR
Umframt at verða fakliga væl fyri skal tann, ið verður settur:

  • hava hug og hegni at arbeiða saman við ungdómi
  • kunna bæði arbeiða sjálvstøðugt og hava góð evnir at samstarva
  • tríðvast við broytingum og kunna skapa fylgiskap millum starvsfelagar
  • hava hug at menna eitt spennandi námsfrøðiligt umhvørvi
  • hava viðkomandi útbúgving og góðar KT førleikar

Tað er ynskiligt, at umsøkjarin hevur sveinabræv, viðkomandi starvsroyndir og hollan og dagførdan fakkunnleika. Hægri útbúgving kann geva fyrimunn

LØN OG TREYTIR
Talan er um eitt tíðaravmarkaði størv til skúlaárið 2022 - 2023 (1. august 2022 - 30. juni 2023).

Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Steinfinn Várlíð Jacobsen, deildarleiðara, á stj@glasir.fo ella tlf. 56 80 30. Ella hjá leiðandi lærarunum á El-økinum: Birgir Petersen, bip@glasir.fo, tlf. 78 67 61
UMSÓKN
Umsókn saman við CV, prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi sunnudagin 12. juni 2022.

 

Líknandi størv

11. februar 2026
Hálvtíðarstarv sum sølufólk   Faroe Islands nýtt
11. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið