Lýsing
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til móttøkuna í læknaviðtaluni hjá Birna Hansen, kommunulækna í Kirkjustræti 2 Hoyvík.
Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag kl. 8.00-14.00, 30 tímar um vikuna.
Setan 14. apríl 2025 ella eftir avtalu.
Freistin at søkja er sunnudagin 23. mars 2025.
Vit vænta at:
- tú ert fakliga væl fyri
- tú hevur góð samskiftisevni
- tú ert álítandi og møtir væl upp
- tú ert arbeiðssom/arbeiðssamur og megnar at arbeiða, tá ið á stendur
- tú hevur hóskandi royndir og útbúgving innan heilsuøkið
- tú hevur góðar telduførleikar
Arbeiðið í móttøkuni er í høvuðsheitum at taka móti viðskiftafólki, visitera, svara viðtalutelefonini og teldupostum.
Aðrar týðandi uppgávur eru endurnýggjan av reseptheilivági í Cosmic og annað arbeiði í viðtaluni eftir avtalu.
Løn eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og yrkisfelag hjá umsøkjara.
Royndartíð: 3 mánaðir.
Umsókn skal sendast til:
viðmerkt ”Umsókn”