Blákrossheimið
Útgivið
4. marts 2025
Útgongur
19. marts 2025
Staður
Við Pæturshús 2, FO-655 Nes, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
blakrossheimid@blakross.fo 

Lýsing

Søkt verður eftir køkstarvsfólki til Blákrossheimið til setan 1. apríl. Talan er um eitt fast starv á 35 tímar um vikuna. Arbeitt verður allar gerandisdagar frá 7-14.

Blákrossheimið veitir ambulanta og samdøgursviðgerð til vaksin við rúsnýtsluórógvi og teirra avvarðandi. Eisini er ambulant viðgerð til ung niður í 15 ár. 15 starvsfólk eru knýtt at Blákrossheiminum. Starvsfólkahópurin er samansettur av leiðara, deildarsjúkrarøktarfrøðingi, sálarfrøðingum, lækna, heilsurøktarum, rúsevnisviðgerum, presti, kostfakligum starvsfólkið, kvøldvaktum, náttarvaktum og skrivara. Umframt hetta fáa vit javnan ráðgeving frá psykiatara við atliti til dupultdiagnosur. Høvuðsviðgerðarleisturin er DAT (dialektisk atferðarterapi).

Uppgávur/arbeiðsøkir:

  • Sum køkstarvsfólk á Blákrossheiminum kemur tú at hava ábyrgdina av køkinum.
  • Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitinum um matframleiðslu, samskipan, leggja til rættis og standa fyri innkeyp og innaneftirlit, uppvask og reingerð.

Førleikakrøv:

  • Kostfaliga útbúgving ella viðkomandi starvsroyndir á økinum.

Dentur verður lagdur á: 

  • Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Tú ert álitsvekjandi og røkin.
  • Hevur lætt við at koma í samband við menniskju.
  • Hevur áhuga fyri at arbeiða við málbólkinum.

Løn/setanartreytir: 
Talan er um fast starv á 35 tímar um vikuna. Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðnum og avvarandi fakfelag. Starvið verður sett 1.apríl ella eftir nærri avtalu.

Umsókn saman við prógvum, CV, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. mars 2025, kl 14.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Armgarð A. á Regni, virkandi leiðari á  Blákrossheiminum, 780 761.

Umsóknin skal sendast til: blakrossheimid@blakross.fo
Att.: Armgarð A. á Regni

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið