Lýsing
Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu søkir eftir starvsfólki til Virkis- og venjingarstovuna á Lágargarði.
Hevur tú røttu førleikarnar og hevur royndir, áhuga og hegni at arbeiði innan eldraøkið, so eru tvey áhugaverd størv leys at søkja.
Eitt fast starv frá 1. mai 2025 og eitt farloyvisstarv ið er frá 1. mai 2025 til 30. apríl 2026. Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna.
Virkis- og venjingarstovan er eitt dagtilhald fyri fólkapensionistar, ið hava tørv á einum virknum gerandisdegi, og sum búgva heima. Dentur verður lagdur á góða samveru við tí fyri eyga at skapa ein innihaldsríkan og aktivan gerandisdag. Tilboðini fevna um m.a. sang, lesnað, ítriv, útferðir, handaligt arbeiði, rørslur, ganga túrar. Stórur dentur verður lagdur á, at starvsfólki, ið verður sett hevur røttu persónligu eginleikarnar at arbeiða innan eldraøki, hevur gott tol og ein jaligan hugburð.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema