Lýsing
Starvsfelagið søkir eftir avloysara fyri løgfrøðing í farloyvi. Starvið er tíðaravmarkað í eitt ár at byrja 1. september 2022.
Um starvið
Talan er um starv, sum m.a. fevnir um at:
- veita limum, álitisfólkum og nevnd felagsins løgfrøðiliga ráðgeving og svara fyrispurningum um starvsfólkarætt
- málsviðgerð í starvsfólkamálum
- undirvísa álitisfólkum í starvsfólkarætti
- vera við til at fyrireika rættarmál, kærur í fyrisiting og klagur til løgtingsins umboðsmann
- gera viðmerkingar til lógaruppskot, luttaka í hoyringum og fundum við politisku skipanina o.l.
- umsita og dagføra vegleiðing felagsins um starvsfólkarætt
Tú fert at starvast í einum lítlum, óformellum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi og fert eftir tørvi, at vera við í felags tiltøkum og uppgávum, sum felagið skipar fyri.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava løgfrøðiligt kandidatprógv (cand.jur.) ella tilsvarandi løgfrøðiútbúgving. Arbeiðsroyndir sum løgfrøðingur eru ein fyrimunur, serliga um tú hevur royndir við starvsfólkarætti.
- Tú skalt hava góð samstarvsevnir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera før/ur fyri at arbeiða undir ávísum trýsti.
- Tú skalt vera væl skipað/ur og duga væl at orða teg á føroyskum.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.
Umsóknir og freist
Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum kunnu sendast til:
Starvsfelagið
J. H. Schrøtersgøta 9
Postrúm 165
110 Tórshavn
Ella við telduposti til: suni@starvsfelag.fo
Umsóknin skal vera Starvsfelagnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 15. juni 2022.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú seta teg í samband við Súna Selfoss, formann í Starvsfelagnum á tlf. 214868 ella t-post: suni@starvsfelag.fo
Starvsfelagið er eitt fakfelag við útvið 2.000 limum. Felagið umboðar m.a. skrivstovufólk, sosialráðgevarar, journalistar, teknikarar, bókavarðir, málsviðgerar og nógvar aðrar fakbólkar. Hevur sáttmálar við landið og kommunurnar, við Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri almennu partafeløgini Posta og Føroya Tele og undirtøkusáttmála fyri starvsbólkar í Vága Floghavn. Starvsfelagið er í Fakfelagssamstarvinum, sum er samtak av fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum og er limur í norðurlendskum samstarvsfelagsskapum fyri fakfeløg.