Lýsing
Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum, at arbeiða 30-35 tímar um vikuna í vøggustovu. Og einum námsfrøðingi í barnagarðsstovu 30-35 tímar um vikuna. Størvini byrja 8. august 2022 ella eftir nærri avtalu.
Eitt av námsfrøðinga størvunum er varaleiðara starv. Varaleiðarin skal í samstarvi við leiðaran vera við at menna námsfrøðiliga arbeiðið og seta námsfrøðiligu kósina fyri stovnin. Somuleiðis fær varaleiðarin innlit og upplæring í fíggjar-, starvsfólka- og fyrisitingarlig viðurskifti.
Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett.
Námsfrøðingar, sum fáa prógv í summar, eru vælkomnir at søkja.
Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/varaleidari-og-starvsfolk-til-bylingshusid-a-nordasta-horni/