Lýsing
Røntgendeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir radiografi, til summarfrítíðarstarv frá 01.06.2025 til 31.08.2025. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, við tilkallivakt frá heimi.
Røntgendeildin er ein vælrikin deild, við nýmótans tólum til konventionellar kanningar og MR skanningar. Harumframt fremja vit eisini ESWL viðgerðir.
Førleikar:
- Prógv og góðkenning sum radiografur
- Góð samstarvsevni
- Er tænastusinnaður og fyrikomandi
- Hevur evnir at arbeiða sjálvstøðugt
Setur tørvin hjá sjúklinginum í hásæti
Vit bjóða:
- Eitt fakliga spennandi arbeiði við dugnaligum, virknum og fyrikomandi starvsfeløgum
- Innleiðslu og upplæring við útgangsstøði í fakligum royndum og kvalifikatiónum.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar/Radiografar í Føroyum.
Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til deildarleiðaran á røntgendeildini, Hera Olsen, tlf.nr 454545 lokal 4011, ella umvegis mail: heriol@ks.fo.
Umsókn, saman við avriti av prógvi, autorisation og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo.
Umsóknarfreistin er tann 20.03.2025.
Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.