Strandfaraskip Landsins
Útgivið
9. marts 2025
Útgongur
23. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Lýst verður eftir ágrýtnum 1. meistara til spennandi starv umborð á Teistanum. Talan er um fast, fulltíðarstarv, at byrja 1. apríl ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá Teistanum.

Teistin hevur í løtuni dagliga farleið millum Tórshavn og Nólsoy, men roknast kann við broytingum hesum viðvíkjandi.

Arbeiðstíðin er ein viku umborð og ein vika frí. Siglt verður hvønn dag í vikuni, og umstøður eru at búgva umborð.

Tínar høvuðsuppgávur eru:

  • At hava eftirlit og viðlíkahald av maskinrúminum og allari tekniskari útgerð umborð
  • Tryggja at øll lógar- og fyriliggjandi krøv verða fylgd
  • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði

Sum 1. meistari vænta vit, at tú hevur:

  • Útbúgving sum maskinmeistari ella maskinistur
  • STCW áteknað vinnubræv sum skipsmaskinist á 1. stig ella hægri
  • Heilsuváttan (bláu bók)
  • Trygdarskeið, STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn, STCW A-VI/1-2, A-VI/1-3
  • Fast Rescue Boats (FRB)
  • Medisinsk fyrstahjálp, STCW VI/4-1
  • Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við tínar starvsfelagar. Vit vænta eisini at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Setanar - og lønarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið, í lønarflokki 4.

Umsóknarfreistin er 23. mars 2025.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til skiparan umborð á Teistanum, á tlf: +298 293103, ella við telduposti til teistin.meistarar@ssl.fo

Søk starvið her.

Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, sum er ásett við lóg, er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir - 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Í 2024 verða tølini ávikavist 230 túsund og 62 túsund lægri, tí sjóvegis Sandoyarleiðin fellir út. Nýggj landvegis farleið er sett á stovn í samband við undirsjóvartunnilin. Starvsfólkahópurin hjá Strandferðlsuni er umleið 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið