Smyril Line
Útgivið
10. marts 2025
Útgongur
30. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Smyril Line søkir eftir yvirstýrimanni til avloysaratúr við handilsskipinum Mykines at mynstra 23. apríl. Talan er um eina útmynstring á 3 vikur.

Les meira um Mykines HER

Starvið

Yvirstýrimaðurin stuðlar skiparanum í rakstrinum av skipinum. Yvirstýrimaðurin er arbeiðsleiðari á dekkinum og skal vera ein sjónligur persónur í dagliga arbeiðinum.

Yvirstýrimaðurin hevur m.a. hesar uppgávur:

-        at skipið er í sjótryggum standi

-        at trygdarútgerðin er viðlíkahildin og dagførd

-        lasting- og lossingar virksemið og handfaring av farmi á ferðini

Tín vangamynd

Tú skalt hava fylgjandi vinnubræv

-        STCW Reg. II/2 as Chief Mate

Harumframt skalt tú hava øll viðkomandi skjøl og skeiðir.

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Starvssetan og umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 30. mars 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið umvegis frymilin á heimasíðuni HER.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Karin Katrinu Liliendahl, HR umsitara, á tel. 34 59 51 ella á HR@smyrilline.fo.

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið