Lýsing
Ynskir tú at vera partur av einum toymi, har vit leggja stóran dent á at veita ikki bara framúrskarandi matupplivingar, men eisini eina hugnaliga og vælkomandi hugalag? So ert tú kanska tann, vit leita eftir!
Barbara Fish House søkir eftir tænarum, sum eru tænastusinnaðir, duga væl at samskifta við gestir og brenna fyri at geva teimum eina minnisríka uppliving.
Um Barbara Fish House
Barbara Fish House heldur til í einum vøkrum gomlum torvhúsi í hjartanum av Tórshavn. Her gongur hugni og góðska hond í hond við vøkrum og framúrskarandi fiska- og skeljadjórsrættum við íblástri úr Spania. Vit bjóða gestunum eina serliga matuppliving í einum av elstu bygningunum í Tórshavn.
Arbeiðstíð og umhvørvi
- Vanligu arbeiðstíðirnar er frá kl. 17 til 24, mikudag til leygardag.
- Onkuntíð kann arbeiði eisini verða lagt uttan fyri hesar tíðir.
Tú verður partur av einum toymi við 6 tænarum og 2 kokkum. Samstundis verður tú eisini partur av Heima í Havn, har vit saman við matstovunum; Áarstova, Ræst og Roks skipa fyri felagsmáltíðum øðrum og sosialum tiltøkum. Hetta merkir, at tú bæði fært eina kenslu av at arbeiða í einum tøttum, lítlum toymi og samstundis at vera partur av einum størri felagsskapi.
Hvat vænta vit av tær?
- Tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur.
- Tú trívist við at samskifta við gestir og skapa eitt hugnaligt umhvørvi.
- Tú hevur gott yvirlit, eisini undir trýsti.
- Tú ynskir at læra og mennast innan tænastu og matupplivingar.
Hvussu søkir tú?
Umsóknarfreistin er tann 1. apríl 2025, men vit hava samrøður leypandi, so søk heldur í dag enn í morgin!
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til barbara@barbara.fo.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!