
Lýsing
Umsitingin í Føroya Pedagogfelag sóknast eftir einum starvsfólki til farloyvisstarv at byrja skjótast gjørligt fram til 30.04.26.
Um starvið
- Tú luttekur í dagligari málsviðgerð m.a. í samband við sáttmála – og lønarspurningar
- Veitur limum ráð og vegleiðing
- Umsitur álitisfólkaskipanina og útleigu av smáttuni
- Samskifti er ein týdningarmikil partur av starvinum, og tí mást tú duga væl at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum
- Tú skalt hava gott innlit í arbeiðsmarknaðin og starvsfólkarætt
- Samskipar tiltøk
Vit vænta av tær
- Vit vænta, at tú hevur hóskandi útbúgving og viðkomandi arbeiðsroyndir
- Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir ella eftirútbúgving á fyrisitingarliga økinum, umframt royndir við málsviðgerð
- At tú hevur kunnleika til og royndir við journalskipan
- Tú mást hava góðar samskiftisførleikar
- Umsitingin er lítil, og tí verður eisini væntað av tær, at tú tekur lut í øllum dagligum uppgávum, og at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
Vit bjóða tær
Eitt spennandi og fjølltáttað starv í dynamiskum umhvørvi, sum dagliga er mannað við 4 fólkum, forfólkið, umsitingarleiðara, málsviðgera og bókhaldara
Lønar- og setanartreytir
Starvið er fulla tíð, og verður lønt sambært avvarandi sáttmála
Starvsbyrjan
Skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu
Umsókn
Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Sannu á Løgmansbø, forkvinnu, á t-post: sanna@pedagogfelag.fo ella telefon 26 53 26 - 35 75 76
Umsóknir saman við prógvi og møguligum viðmælum skulu sendast til: sanna@pedagogfelag.fo
ella til
Tungugøtu 1, 100 Tórshavn, í seinasta lagi hósdagin 27. mars kl. 12.
Vinarliga viðmerk teldupostin ella brævið “umsókn”.
Samrøður verða væntandi hildnar í viku 14.