Lýsing
Um starvið
Starvið er 30 tímar um vikuna, og byrjað verður skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum alt samdøgrið og 3. hvørt vikuskifti. Arbeiðsstaðurin er á Virknis- og umlættingardeplinum á Sandi.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávan er at veita umlætting til fólk undir 67 ár. Harumframt veita vit umlætting og virknistilboð til fólk við m.a. fjølbreki. Arbeiðið umfatar grundleggjandi heilsurøkt og stuðul og at vera við til at geva borgarunum ein virknan gerandisdag samsvarandi teirra egnu ynskjum og fortreytum. Í løtuni búgva eisini tvey fólk á Deplinum.
Førleikar
Tú skalt hava námsfrøðiliga ella heilsufakliga útbúgving. Um eingin við nevndu útbúgving søkir, kann starvið setast við hjálparfólki. Neyðugt er at hava koyrikort til bil og kt-førleikar á brúkarastøði.