SEV
Útgivið
14. marts 2025
Útgongur
27. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú vera við til at stabilisera og framtíðartryggja føroyska elnetið við at seta upp og installera slóðbrótandi tøkniligar loysnir?

Vit sóknast eftir 2 elektrikarum til eltøknideildina.

Starvið
Eltøknideildin hoyrir undir netpartin, og uppgávurnar eru sera fjølbroyttar. Deildin loysir uppgávur fyri og í samstarvi við framleiðsludeildina, rakstrardeildina og verkfrøðideildina hjá Sev við nýbyggingum, útbyggingum og viðlíkahaldi.

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um:

  • uppseting av tekniskari útgerð á koblingarstøðunum og elverkunum
  • viðlíkahald av teknisku útgerðini á koblingarstøðunum
  • viðlíkahald av teknisku útgerðini á elverkunum

Tú kanst vænta, at arbeiðið fyri ein part fer fram uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Uppmøtingarstaðurin er á Havnarverkinum í Gundadali í Tórshavn, men roknast kann við nakað av ferðing innanoyggja, tí arbeiðið hjá eltøknideildini fer fram um alt landið. Koyrikort til persónbil er neyðugt.

Á eltøknideildini er eitt vælvirkandi toymi við 8 dugnaligum starvsfólkum, sum eru útbúgvin elektrikarar og elinnleggjarar, og sum við drúgvu royndunum duga væl at læra frá sær og taka væl ímóti tær.


Vit vænta, at tú ert útbúgvin elektrikari ella líknandi.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við PLC og motorstýring. Umráðandi er eisini, at tú hevur stóran áhuga fyri elfakinum og tøkni sum heild. Eisini vænta vit, at tú ert fús/ur til áhaldandi at læra og menna fakligu førleikar tínar. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Koyrikort til persónbil er neyðugt.

Tú ert fyrikomandi, nærløgd/-lagdur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Vit vænta eisini, at tú hevur góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggj forrit.

Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi. Vit bjóða:

  • smidligar arbeiðsumstøður
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

Tú fært sjálvsagt neyðugu upplæringina í uppgávunum, sum tú fær um hendi.

Lønar- og setanarviðurskifti
Uppmøtingarstaðið er Havnarverkið í Tórshavn, og tú vísir til leiðaran á eltøkni.
Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og handverkarafeløgini.

Umsóknin
Um tú ert áhugað/ur í starvinum og hevur eitthvørt at spyrja um, ert tú vælkomin at venda tær til Eyðun Jensen, leiðara á eltøknideildini á telefon 788220. Umsóknarfreistin er 27. mars. 2025 kl. 12.00. Send okkum umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum í telduposti til:starv@sev.foviðmerk: Elektrikari til eltøknideildina.

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið