Lýsing
Søkt verður eftir starvsfólk til køkin í Paname Café. Starvið er 35 tímar um vikuna.
Kafein liggur í hugnaligum umhvørvi mitt í Havn og opið er allar dagar í vikuni frá morgun til kvøld.
Í útgangsstøðinum kemur tú at arbeiða morgun/dag millum 3 – 5 dagar um vikuna og annaðhvørt vikuskifti. Tó eru vit klár at práta um tíðirnar, um umsøkjari hevur viðkomandi royndir í køki.
Paname fer at víðka um úrvalið til morgunnmat og miðmála, og kemur tú at hava hesi ábyrgdarøki.
Starvið verður sett í apríl og er tímalønt. Um summarið er starvsplássið útilokandi í køkinum. Um veturin er meira friðarligt, og kanst tú tá vænta at hjálpa til í kafeini nakrar tímar vikuna.
Kravið er, at tú hevur royndir við at starvast í køki.
Løn og setanartreytir eru sambært Gistingarhús-og matstovusáttmálanum.
Meira fæst at vita við at venda sær til Niels B. á Rógvu, stjóra, á tlf. 582184.
Umsókn skal sendast til paname@paname.fo og starvið verður sett skjótast gjørligt.