SEV
Útgivið
18. marts 2025
Útgongur
31. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Nú summarfrítíðin nærkast, hevur Sev tørv á ágrýtnum lesandi og/ella skúlanæmingum til summarstørv á hesum deildum okkara kring landið:

Grønu Orkuverkini í Vestmanna – arbeiðsfólk frá umleið 23. juni til 15. august.
Okkum tørvar 8 ungdómar til arbeiði, ið fyri tað mesta gongur fyri seg í fjøllunum. Arbeiðið umfatar t.d. at viðlíkahalda og reinsa inntøk og veitir umframt annað fyrifallandi arbeiði. Umsøkjarar skulu vera frá 16 ár og uppeftir, og gott um tú hevur koyrikort til persónbil, men tað er ongin treyt.

Uppmøtingarstaður er Fossáverkið ella Eiðisverkið.

Sundsverkið – arbeiðsfólk í summarfrítíðini.
Søkt verður eftir tveimum ungum fólkum, ið helst eru minst 18 ár og hava koyrikort, til fyrifallandi arbeiði og vasking á verkinum. Eisini sóknast vit eftir einum maskinmeistaralesandi.

Uppmøtingarstaður er Sundsverkið.

Rakstrardeildin í meginøkinum – arbeiðsfólk í minsta lagi í 4-6 vikur í tíðarbilinum 1. mai til 18. juli.
Rakstrardeildin varðar av elnetinum í Føroyum. Søkt verður eftir tveimum arbeiðsfólkum til ymiskt uttandura arbeiði, so sum at mála, lúka rundan um trafostøðirnar v.m. Koyrikort til persónbil er treyt.

Uppmøtingarstaður er Havnaverkið í Gundadali í Havn.

Sum sæst, er talan um ymiskar uppgávur í avmarkað tíðarskeið. Tískil er umráðandi, at tú í umsóknini ger vart við, hvørjum av størvunum, tú ert áhugað/ur í.

Vit ímynda okkum, at tú ert ágrýtin, møtir væl upp, og at tú spyr einaferð ov nógv, heldur enn einaferð ov lítið. Sjálvandi ert tú arbeiðssom/arbeiðssamur og fer væl um. Eisini leggja vit dent á, at tú dugur væl at ansa eftir tær sjálvari/um og tínum starvsfelagum. Trygdin skal altíð vera fremst í huganum – hjá øllum starvsfólkum okkara.

Summarstørvini eru tímalønt eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Send umsóknina til: starv@sev.fo og viðmerk hvat starv talan er um. Umsóknarfreistin er 31. mars 2025.

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið