Hotel Vágar
Útgivið
19. marts 2025
Útgongur
31. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í vár 2024, lat nýggja og stásiliga Hotel Vágar upp, og nú leita vit eftir ágrýtnum og smílandi starvsfólkum til tænastudeildina á nýggja hotellinum.

Vit leggja dent á at veita eina framúr tænastu, og at skapa góðar upplivingar fyri gestir okkara.

Ert tú mentur og spentur at veita tænastu í serflokki, vilja vit fegin hoyra frá tær.

Royndir úr hotelvinnuni eru fyrimunir.

Vit bjóða
Tú verður liður í serstaka andanum eitt flogvallarhotell hevur at bjóða, einum mennandi og spennandi arbeiðsplássi, har uppgávurnar eru fjølbroyttar og eingin dagur eins.
Tú verður við at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, har bæði ferðin eins og krøvini eru høg.

Eisini sleppur tú at taka lut í skapanini og menningini av Hotel Vágum.

Hotel Vágar er eitt nútímans hotell, har vit arbeiða sum eitt samlað tænastutoymi eins og arbeiða sjálvstøðugt.

Gerandisdagurin verður fullur av ymiskum áhugaverdum uppgávum, men fyrst av øllum at veita tænastu í heimsflokki, bæði í matstovuni og í móttøkuni. Snøgt sagt, at verða vertur!

Vit vænta at tú:

  • Ert ágrýtin, smílandi, jalig/ur, sjálvstøðug/ur og samstarvssinnað/ur
  • Brennur fyri tænastu- og ferðavinnufakinum
  • Dámar væl at arbeiða við skiftandi uppgávum og í skiftandi vaktum, serliga kvøld- og vikusskiftis vaktir.
  • Dámar væl at arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvið

Setan
Størvini eru í skiftandi vaktum, dag- og kvøldvakt, og í vikuskiftinum.

Løn og setanartreytir sambært gistingarhús- og matstovusáttmálanum.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avrit av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til jogvanjon@hotelvagar.fo í seinasta lagi 31. Mars.
Samrøður verða leypandi, so søk heldur í dag enn ímorgin.
Byrjanardagur er skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita? So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Jón O. Henriksen, Matstovuleiðara á jogvanjon@hotelvagar.fo ella á tel. 294011, fyri meira kunning um starvið.

Um okkum Í 2023 varð farið undir at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel Vágar, og nú er stásiliga hotellið klárt. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, tveimum fundarhølum og einum stórum nýmótans køki, eru vit spent uppá at fara undir okkara fyrsta fulla summar. Hotellið liggur væl fyri, 5 minuttir frá flogvøllinum í Vágum og dyrnar til útheimin kundu ikki verið tættari. Hotellið liggur eisini eitt hanagleiv frá alskyns áhugaverdum støðum, so sum Trøllkonufingri, Trælanípu, Bøsdalafossi, Tindhólmi, Drangunum, Múlafossi og Mykinesi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið