Tórshavnar kommuna
Lýsing
Dagstovnurin Sólareygað søkir eftir fýra námsfrøðingum, ávíkavist tveimum at byrja 28. apríl 2025 og tveimum at byrja í august 2025 til okkara 6 árs stovu.
Í samband við at tvey av okkara virkisfísnu ungu starvsfólkum fara uttanlanda longu í apríl 2025, søkja vit eftir námsfrøðingum.
Sostatt koma vit at mangla tvey starvsfólk á 35 tímar um vikuna í vøggustovu og eitt í barnagarðsstovu at byrja uml. 28 apríl 2025 ella eftir nærri avtalu.