Fróðskaparsetri
Útgivið
8. juni 2022
Útgongur
8. juli 2022
Staður
Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir laboranti til Náttúruvísindadeildina. Starvið er vikarstarv fyri laborant í barnsburðarfarloyvi og verður sett frá 15. august 2022 ella skjótast gjørligt eftir hetta.

Starvið
Starvið er fulltíðarstarv og fevnir m.a. um:

  • Stuðulsvirksemi í samband við starvsstovuskeið og vegleiðing av studentum og øðrum starvsstovubrúkarum
  • Luttøku í granskingarverkætlanum
  • Starvsstovuarbeiði, so sum evna-, alis- og lívfrøðiligar analysur
  • Viðlíkahald av starvsstovutólum
  • Heintan og fyrireiking av sýnum til kanningar

Náttúruvísindadeildin hevur tað mesta av sínum virksemi í hølum í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn. Starvsstovuvirksemi er tó eisini staðsett í Nóatúni og granskingarsetrinum iNOVA í Tórshavn.

Lønin er sbrt. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Førleikar
Vit vænta at tú:

  • hevur útbúgving sum laborantur, laboratorii­teknikari ella aðra viðkomandi útbúgving
  • hevur viðkomandi starvsroyndir
  • ert opin fyri at læra nýtt
  • ert røkin og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og neyvt
  • hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
  • hevur kunnleika til vanlig telduforrit
  • dugir at samskifta á skandinaviskum og enskum

Tað er ein stórur fyrimunur, um tú hevur royndir við at leggja undirvísing í starvsstovu til rættis, tí hetta er týðandi partur av arbeiðinum. Tað er somuleiðis ein fyri­munur, um tú hevur royndir við at arbeiða við DNA/RNA (PCR, DNA sekventering), massaspektrometri og øðrum viðkomandi starvsstovuhættum (t.d. elektroforesu, mikroskopering). Náttúruvísindadeildin arbeiðir bæði í gransking og undirvísing við at menna nútíðar sekventeringshættir og bioinformatiskar analysur, og tú fert eisini at luttaka í hesum arbeiðinum.

Umsóknin
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til umsokn@setur.fo við viðmerkingini “Laborantstarv”. Umsóknarfreistin er 16. juni 2022.

Nærri upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Svein-Ole Mikalsen á teldupostadressu sveinom@setur.fo við evninum “Laborantstarv” ella á tel. 292556. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 100 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

 

Líknandi størv

11. februar 2026
Hálvtíðarstarv sum sølufólk   Faroe Islands nýtt
11. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið