Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
8. juni 2022
Útgongur
14. juli 2022
Staður
Tórshavn, Cote D'Ivoire
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir skrivara til deildarskrivstovutoymið hjá Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya at byrja skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv.

Starvið fevnir millum annað um:

  • Próvtøkufyrisiting
  • Hølisumsiting
  • Journalisering
  • Viðlíkahald av heimasíðu
  • At skriva fundarfrásagnir

Nógv samskifti er við lesandi, undirvísarar, granskarar og fyrisiting Setursins. Starvið er lønt eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið í 4. lønarflokki.

Førleikar
Vit vænta at tú:

  • hevur viðkomandi útbúgving og starvsroyndir
  • ert røkin og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur evni at tillaga teg til skiftandi arbeiðsumstøður
  • hevur jaligan hugburð og góð evni at samskifta og samstarva við onnur
  • hevur kunnleika til vanlig telduforrit og journalskipan
  • dugur væl at samskifta bæði skrivligt og munnligt á føroyskum, enskum og skandinaviskum

Umsóknin
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til umsokn@setur.fo við viðmerkingini “Skrivarastarv”. Umsóknarfreistin er 21.06.2022.

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Judith Marjunardóttir Guttesen á teldupostadressu judithg@setur.fo við heitinum “Skrivarastarv” ella á tel. 292261. Nærri upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 100 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Setrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið