Lýsing
Søkt verður eftir einum námsfrøðingi at arbeiða 35 tímar um vikuna. Starvið verður sett 5. mai 2025 ella eftir nærri avtalu.
Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett.
Býlingshúsið á Norðasta Horni
Okkara stovnur heldur til í Býlingshúsinum á Norðasta Horni, saman við Ungdómshúsinum Vesturbýur.
Í Býlingshúsinum á Norðasta Horni starvast dugnalig, fitt og festlig fólk, ið leggja dent á, at verðsins fittastu børn hava tað gott, mennast og trívast.
Náttúran hevur ein stóran leiklut í gerandisdegnum og Havnardalur er okkara størsta spælipláss. Har eru góðir møguleikar at menna grov og fínmotorik, sansir og hugflog og hvør stova eigur sítt pláss fram við ánni.
Harumframt hava vit ein stóran avbjóðandi garð har vøggustovu- og barnagarðsbørn spæla saman og hava stóra gleði hvør av øðrum.
Dentur verður lagdur á, at børnini fáa avbjóðingar bæði innandura og uttandura. Í felag skapa øll starvsfólkini ein tryggan arbeiðsdag við virðing og umsorgan fyri einstaka barnið, foreldrini og okkum sjálvi.
Busssambandið er gott, so skjótt er at fara túrar til onnur støð í býnum.