Lýsing
KOM Í LÆRU
Hevur tú eyga fyri tølum og dámar tær at hava skil á fíggjarligum viðurskiftum?
Vit leita eftir einum ágrýtnum lærlingi, sum vil menna seg innan bókhald og fyrisiting.
Hetta er tín møguleiki at fáa eina góða byrjan upp á eina spennandi yrkisleið!
HVAT KUNNA VIT BJÓÐA TÆR?
Vit veita tær eina læruríka og fjølbroytta upplæring í bókhaldi og fyrisiting, har tú fært praktiskar royndir við roknskapsskipanum og fíggjarligari greining. Tú lærir at arbeiða við skjalføring av fíggjarligum avtalum og avstemmingum, sum geva tær eitt gott grundarlag innan fíggjarstýring. Samstundis verður tú partur av einum toymi við fleiri dugnaligum starvsfeløgum, har felagsskapur og eitt gott arbeiðsumhvørvi eru í fokus.
ARBEIÐSUPPGÁVUR
-
Skráseting og dagføring av bókhaldsførslum
-
Fakturering og avstemming av kontum
-
Viðgerð av inn- og útgjaldingum
-
Arbeiða við MVG-roknskapi
-
Veita góða tænastu og samskifta við kundar og veitara
TAÐ VÆNTA VIT AV TÆR
-
Tú hevur lokið miðnám
-
Tú ert skipaður/skipað, ábyrgdarfull/-ur og læruglað/-ur
-
Tú hevur áhuga fyri tølum, KT og fyrisiting
-
Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
-
Tú hevur góð samskiftis- og skriviførleikar
Meira kunning um læruplássið fæst við at venda sær til Eyðstein Joensen, fíggjarstjóra, á telefon +298 792255. Umsóknir skulu sendast til starv@skalkur.fo.
Læriplássið verður sett, tá rætti umsøkjarin er funnin.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.