Lýsing
Bakkafrost leitar eftir góðskuleiðara til tíðaravmarkað starv í eitt ár. Ynskir tú at vera við til at tryggja, at okkara virksemi altíð livir upp til hægstu krøv. So ert tú kanska tann, ið vit leita eftir.
Um starvið
Sum góðskuleiðari verður tú ein lykilpersónur í okkara framleiðslu. Tú fert at menna og leiða innaneftirlit, sum tryggjar, at vit lúka øll krøv frá kundum, myndugleikum, serstøkum altjóða góðkenningum og øðrum áhugabólkum.
Tínar høvuðsuppgávur fevna um:
- Góðskustýring
- Innaneftirlit
- Leggja skoðanir til rættis
- Samskifti við myndugleikar og kanningarstovur
Starvsstaðurin er á Glyvrum, men tú fert at vera nógv úti á økjunum hjá Bakkafrost, ið eru kring alt landið.
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at rætti umsøkjarin hevur:
- Royndir við altjóða góðkenningum
- Hóskandi útbúgving
- Koyrikort
Av persónligum eginleikum vænta vit, at tú:
- Hevur góð samstarvsevni og trívist í einum leikluti, har tú arbeiðir í tvørgangandi toymum
- Ert málsøkjandi, framsøkin og tekur stig til loysnir
- Ert sjónlig/ur, positiv/ur og motiverandi
Um QESH deildina
Starvið er staðsett í QESH deildini, ið hevur ábyrgd fyri stýring og ráðgeving innan:
- Fiskaheilsu, fiskavælferð & lívfrøði
- Góðsku & matvørutrygd
- Umhvørvi
- Starvsfólkatrygd
QESH deildin arbeiðir í øllum samtakinum. Starvsfelagar í deildini eru millum annað djóralæknar, lívfrøðingar, verkfrøðingar, góðskuleiðarar og løgfrøðingur. Umframt starvsfelagarnar í Føroyum eru eisini starvsfelagar við arbeiðsstaði í Danmark, USA og Skotlandi.
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum framsøknum og altjóða umhvørvi, har tú fært møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga.
Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvið verður sett sum skjótast.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Annu Johansen, QESH stjóra á tel. 23 50 20, ella við telduposti til anjo@bakkafrost.com.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Umsóknarfreistin er tann 6. apríl 2025.
Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.648 starvsfólk (ársverk).