Tekniski Skúli í Klaksvík
Útgivið
3. april 2025
Útgongur
22. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Deildin sóknast eftir lærara til elektrikarayrkið.

Førleiki
Yrkisútbúgving sum elektrikari, í minsta lagi 5 ára viðkomandi og tíðarhóskandi vinnulívsroyndir, kunnleika til telduforrit og góð evni til samstarv og undirvísing. Undirvísingarførleikin er ásettur í kunngerð nr. 25 frá 6. mars 2001 um undirvísingarførleika á yrkisskúlum. Umsøkjari við útbúgving sum el-installatør, maskinmeistari ella onnur viðkomandi víðari útbúgving hava fyrimun.

Av tær vænta vit, at tú

  • Hevur áhuga í at menna tínar førleikar
  • Hevur kunnleika til nýtslu av KT
  • Ert eldhugað/ur, opin og jalig/ur
  • Brennur fyri støðugari persónligari menning
  • Hevur góð evni at samskifta munnliga og skrivliga
  • Hevur góð evni til samstarv og
  • Trívist væl í millum ung, næmingar og onnur starvsfólk
  • Umsøkjarar við viðkomandi undirvísingarroyndum hava fyrimun.

Starvið
umfatar undirvísing av næmingum/lærlingum í el-yrkinum, tvørfakligt samstarv og luttøku í toymisarbeiði.

Setanartreytir
fulltíðarstarv og eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag.
Í seinasta lagi 2 ár eftir at lærari er settur í fast starv, skal hann hava tikið námsfrøðiliga útbúgving, sum landsstýrismaðurin skipar fyri ella hevur góðkent sbr. Námsfrøðikunngerðina, um henda útbúgving ikki er lokin frammanundan.

Umsókn
skal sendast skúlastjóranum á teldupostadressuna runih@tsk.fo í seinasta lagi 22.apríl 2025.

Lærarin skal taka við starvinum 13. august 2025.

Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til Brian Vágslíð, deildarleiðara, brian@tsk.fo ella Rúna Heinesen, skúlastjóra.

Tekniski Skúlin í Klaksvík
www.tsk.fo

Líknandi størv

10. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið