KJ
Útgivið
7. april 2025
Útgongur
24. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Til goymslu okkara á Hjalla søkja vit eftir einum ágrýtnum og nærlagdum lærlingi til goymslulærlingi, sum fær ein virknan leiklut í dagliga arbeiðinum á goymsluni og í sølubúðini hjá KJ á Hjalla.

Vit bjóða:

  • Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á góða og skjóta tænastu.
  • Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
  • Møguleika fyri sølu og tekniskari ráðgeving til kundar okkara.
  • Eitt mennandi og spennandi umhvørvi við góðum starvsfeløgum.

Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Vit hava skipaði viðurskiftir og eitt gott arbeiðsumhvørvið.

Útbúgving:
Lærutíðin til logistikkatstøðing er 2 ár um tú hevur FHS ella Búskaparbreyt, og 2 ár og 6 mánaðir uttan miðnámsútbúgving. Skúlagongdin er í Danmark.

Vit vænta av tær:
Tað er umráðandi at tú hevur góð samstarvsevnir, evnir at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Tú ert tænastusinnað/ur, og brennur fyri at veita viðskiftafólki góða tænastu og vegleiðing.

Meir at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jan Brixen Sørensen, leiðara í Tórshavn, á tel. 58 88 51 ella jbs@kj.fo, ella Debes Danielsen, goymsluleiðara, á tel. 72 70 36 ella debes@kj.fo. Starvið verður sett skjótast møguligt og er lønt eftir galdandi sáttmála.

Umsókn
Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møgulig viðmælir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. apríl 2025. Umsókn og viðkomandi skjøl kunnu sendast til starv@kj.fo ella latast inn við at nýta frymilin her.

Líknandi størv

11. november 2025
Starv í Plátufelagnum Tutl   Faroe Islands nýtt
11. november 2025
10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið