Tórshavnar kommuna
Lýsing
Einans 8 minuttir úr Steinatúni til arbeiðis á Velbastað – ljóðar tað ikki áhugavert?
Nú hevur tú møguleika at arbeiða saman við ágrýtnum starvsfólkum og spælandi børnum, har vit arbeiða við menning, trivnaði og skapandi áhuganum hjá okkum øllum. Er hetta nakað fyri teg, so er at smekka eina umsókn avstað beinanvegin.
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin á Velbastað og ungdómshúsið VelbaStaðið eftir:
- námsfrøðingi at starvast 37 tímar um vikuna í barnagarðsstovu at byrja skjótast gjørligt
- avloysarum til ungdómstilboðið VelbaStaðið