Lýsing
MTV Byggivirkið søkir eftir byggileiðara at taka sær av ymiskum byggiverkætlanum, sum umfata m.a. íbúðarbygging, sethúsabygging umframt vinnubygningar. Arbeiðsuppgávurnar eru: Byggileiðsla, projektleiðsla, fakeftirlit, umframt aðrar leiðslu- og arbeiðsuppgávur vísandi til leiðslu felagsins.
Tínir førleikar:
- Tú ert byggifrøðingur ella verkfrøðingur, helst við fyrrverandi royndum sum timburmaður.
- Tú hevur royndir sum byggileiðari ella formaður er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
- Tú hevur góðar persónligar eginleikar, sum m.a. umfata at verða væl skipaður, jaligur, álítandi, arbeiðssamur, sjálvstøðugur, og hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
Vit bjóða tær:
- Eitt spennandi byggileiðarastarv í eini góðari fyritøku, sum er í vøkstri.
Vit leggja stóran dent á, at okkara byggiverkætlanir eru væl skipaðar í øllum liðum líka frá projektering til bygningur verður latin eigara.
- Góðar setanartreytir, sum annars verða ásettar sambært avtalu.
Umsóknarfreistin er 27. apríl 2025. Byrjast kann beinanvegin eftir setan.
Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við MTV Byggivirkið á tlf. 363030 ella mtv@mtv.fo
Áhugaði kunnu senda umsókn og CV til mtv@mtv.fo