Lýsing
Havstovan leitar eftir starvsfólki til at gera heimildargransking (litteraturstudium) um lív- og vistfrøði og ávirkanir á føroyskum firðum og sundum. Vit leita eftir lívfrøðingi við áhuga fyri føroyskum firðum, og sum hevur hegni at arbeiða sjálvstøðugt við heimildarleiting og at skriva frágreiðing.
Seinnu árini hevur Havstovan arbeitt nakað inni á føroysku firðunum. Talan hevur verið um at kanna brisling, yngul, gróður og gróðrarlíkindi. Fyri at leggja til rættis, so skynsamt sum gjørligt, víðari kanningar á firðum og sundum, er neyðugt at taka saman um tey úrslit, ið longu eru atkomulig – í Føroyum og aðrastaðni – og eyðmerkja vitanarglopp. Hetta umfatar eisini ávirkan av mannaelvdum árinum, so sum aling á firðunum og útbyggingar og annað virksemi fram við landi.
Arbeiðsøkið
-Tú skalt leita fram viðkomandi heimildir um:
- Fiskalívfrøði og lívfrøði annars á føroyskum firðum
- Búøki hjá fiski fram við landi
- Møguliga ávirkan av aling á fisk og fiskasamfeløg
- Møgulig árin av øðrum mannaelvdum virksemi fram við landi
-Tú skalt skriva frágreiðing um funnu niðurstøðurnar
-Tú arbeiðir sjálvstøðugt, men fært vegleiðing og ráðgeving frá granskarum, sum eru knýttir at verkætlanini
Starvsbyrjan er sum skjótast, og væntandi varir verkætlanin einar átta mánaðir.
Setanartreytir
Lívfrøðiútbúgving á minst masterstigi ella líknandi útbúgving.
Løn sambært sáttmála millum Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn við avritum at prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 28. apríl 2025 kl. 10.
Umsókn skal sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt ”Starv” á starv@hav.fo.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til:
Eydnu í Homrum, deildarleiðara, teldupost eydnap@hav.fo, ella Maritu Rasmussen, stjóra, teldupost marita@hav.fo, tlf. 35 39 00.
Verkætlanin er samstarv millum Havstovuna og Firum, og granskarar á báðum stovnunum eru knýttir at verkætlanini.Havstovan og Firum hava farnu árini samstarvað um fleiri verkætlanir á firðum og sundum.
Á Havstovuni verður arbeitt við at granska, kenna og ráðgeva um havumhvørvið í teimum økjum, har Føroyar hevur fiskiveiðuáhugamál.
Granskingararbeiðið á Firum hevur til endamáls at menna vitan um aling og viðurskifti, ið kunnu setast í samband við aling og teir karmar, alingin virkar undir.