Økistænastan í Sandoyar sýslu
Útgivið
14. april 2025
Útgongur
29. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Økistænastan í Sandoyar sýslu veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 60 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum. Økistænastan í Sandoyar Sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind. Tað vil siga, at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi. Arbeitt verður miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu.

Søkt verður eftir:

  • Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 0,8 frá 1. juni 2025 til røktarheimi Gerðisgarð.

Arbeiðstíðin fyri skiftandi vaktir og 3. hvørt vikuskifti.

Førleikar

  •         Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  •         Áhuga at arbeiða við fólki við demensi bæði á stovni.
  •         Áhuga at arbeiða í heiminum hjá tí einkulta
  •         Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
  •         Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
  •         Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir
  •         Koyrikort

Vit bjóða:

  •         ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
  •         góða innleiðslu bæði á Gerðisgarði og í heimatænastuni.
  •         dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  •        møguleika saman við starvsfeløgum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni innan demensøkið

 Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/FMR og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú væl komin at seta teg í samband við Sólrun O.  Ørvarodd, deildarleiðara, telefon 793602 ella á teldupost ot@ot.fo

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndum skal sendast til t-post ot@ot.fo.

Umsóknarfreist er 29. apríl 2025.

Meira fæst at vita um Økistænastuna á www.ot.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið