Lýsing
Hevur tú hugsjónir og dirvi at ganga nýggjar leiðir, ert tú tann fakliga sterki lærarin og megnar tú at standa á egnum beinum í einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja eitt av leysu størvunum hjá okkum.
Vit søkja eftir 2-3 læraraum í tíðaravmarkað starv frá 01.08.2025 – 31.07.2026.
Okkum tørvar lærarar, ið kunnu vera flokslærarar og undirvísa grund- og miðdeild í støddfrøði, føroyskum, enskum, donskum, søgu, náttúru og tøkni, ítrótti, svimjing og handaligum lærugreinum, og at undirvísa hádeild í enskum, donskum, samfelagsfrøði og søgu.
Tey, ið sett verða, skulu undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, taka lut í dagliga virksemi skúlans innan teir karmar, ið virðisgrundarlag skúlans ásetir.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum. Tó kunnu umsøkjarar, ið fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava lokið prógv.
Lønar- og setanartreytir
Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið verður lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2, sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Barnaváttan verður kravd í sambandi við allar setanir í Sørvágs skúla.
Umsóknir, við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast til Sørvágs skúla, Skúlavegi 13, 380 Sørvági - dania.niclasen@skulin.fo - og vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. apríl, kl. 12.00.
Meiri fæst at vita við at seta seg í samband við Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tlf. 233221 ella á t-post: dania.niclasen@skulin.fo. Sí annars heimasíðu skúlans.