Lýsing
Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum gartnara at hjálpa til at leiða okkara grøna toymi.
Um okkum
Urtagarðstænastan er ein væl rikin fyritøka, ið 15 ár hevur veitt tænastur innan urtagarð og grønt umhvørvi. Vit arbeiða við hjarta og hegni fyri at røkja náttúruna, geva okkara kundum góða vegleiðing og leggja dent á burðardygga og natúrliga umhvørvisviðgerð. Vit leggja stóran dent á trivnað millum starvsfólk, tí vit vita, at góður trivnaður speglast aftur í arbeiðnum, sum vit lata frá okkum.
Starvið
Sum urtagarðsfólk hjá okkum fert tú at hava ábyrgd av grøna toyminum.
Tú fert at:
- Samskipa dagligu arbeiðsupp gávurnar saman við stjóranum
- Røkta urtagarðar og grønt umhvørvi við umsorgan
- Geva kundum góða tænastu
- Tryggja góðsku og burðardygga arbeiðsgongd
Vit vænta, at tú:
- Hevur útbúgving og/ella royndir sum gartnari
- Hevur áhuga fyri grøna økinum og arbeiðir við umsorgan fyri náttúruni
- Ert ábyrgdarfull/ur, sjálvstøðug/ur og dugir væl at arbeiða saman við øðrum
- Hevur koyrikort
Vit bjóða:
- Løn sambært avtalu
- Eitt fjølbroytt og mennandi starv við ábyrgd
- Gott arbeiðsumhvørvi og sterkan felagsskap millum starvsfólk
- Høvi at verða partur av eini fyritøku í menning, har góðska og burðardygd eru í hásæti
Arbeiðið byrjar eftir avtalu við umsøkjara.
Send umsókn og møgulig viðmæli til Haraldur@blomuhusid.fo
Meira fæst at vita við at ringja til Haraldur Símunarson Hammer stjóra á tlf. 513031