Atlantic Airways
Útgivið
22. april 2025
Útgongur
11. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú væl skipað/ur, og dámar tær væl at hava skil á tingunum? So hava vit kanska eitt lærupláss til tín, tí vit leita eftir einum goymslulærlingi til teknisku deild hjá Atlantic Airways.

Sum lærlingur hjá Atlantic Airways verður tú partur av einari dynamiskari fyritøku og einum dugnaligum og jaligum toymi, sum dagliga hevur eftirlit við og tryggjar, at okkara flogfør og tyrlur eru til reiðar at fara á flog. Tú fært holla og umfevnandi innleiðslu í og vitan um innkeyp og skráseting av lutum og amboðum.

Vit leita eftir tær, sum:

  • Ert ábyrgarfull/-ur, álítandi og væl skipað/-ur
  • Ert fyrikomandi og arbeiðssamur/-som
  • Ert fleksibul
  • Hevur hug at arbeiða bæði analogt og talgilt - við pappíri eins og við teldu
  • Hevur góðar samskiftisførleikar á føroyskum, donskum og enskum
  • Arbeiðir væl sjálvstøðugt og saman við øðrum

Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um umsøkjarar hava miðnám. Afturat hesum skalt tú hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanning av lívsrensli (cv).

Lærutíðin
Lærutíðin er tvey og eitt hálvt ár. Skúlaskeiðini eru í Danmark.

Arbeiðstíð og -staður
Starvsstaðurin er á flogvøllinum. Talan er um fulltíðarstarv. Í lærutíðini er lønin ásett sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk.

Umsókn
Hevur tú hug at koma í læru sum goymslulærlingur hjá Atlantic Airways, søkir tú við at trýsta her. Umsóknarfreistin er sunnudagin tann 11. maj 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira?
Hevur tú spurningar um eitthvørt, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Richard Johansen, tekniskan leiðara á Part-145, tel. 213 785, t-postur richard@atlantic.fo, ella við Heidi Gullaksen, starvsfólkaleiðara, tel. 213 702, t-postur heidig@atlantic.fo

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið