Kaj Andreasen & Co.
Útgivið
28. april 2025
Útgongur
12. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vit sóknast eftir einum dugnaligum persóni til okkara skrivstovu, at byrja eftir nærri avtalu.

Um starvið:
Sum skrivstovu- og roknskaparfólk kemur tú at hava ábyrgdina av bókhaldi felagsins og starvið umfatar:

  • At hava dagliga bókhaldið hjá felagnum um hendi.
  • At bóka
  • Bankaavstemmingar
  • Skuldarrøkt
  • Ognarrøkt – herundir at fyrireika gjaldingar
  • Innlating av meirvirðisgjald
  • Lønarviðurskiftið og avgreiða lønarflytingar
  • Fyrifallandi skrivstovuarbeiði so sum telefonavgreiðsla osfr.

Talan eru um parttíðarstarv á 20 tímar um vikuna frá mánadag til fríggjadag frá kl. 08.00 – 12.00.

Vit vænta, at tú hevur:

  • Hug og evni at arbeiða sjálvstøðugt og verða nærlagdur og taka ábyrgd.
  • Útbúgving innan roknskaparøkið t.d. skrivstovulæru.
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir innan bókhalds- og roknskaparøkið.
  • Neyðugar telduførleikar á brúkarastøði.

Sum partur av toyminum við góðum starvsfeløgum, kemur tú at starvast í eini fyritøku við 45 ára royndum sum veitari, hvar flestu kundar er vinnan.

Løn og setanartreytir verða sambært avtalu, grundað á útbúgving og royndir.

Starvið verður sett eftir nærri avtalu.

Umsókn:
Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til Granskoðarfelagið Januar á teldupost: cab@januar.fo innan 12.mai 2025.
Vinarliga viðmerk ”Umsókn skrivstovu- og roknskaparfólk til Kaj Andreasen & Co

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Spurningar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Christinu á Bøgarði á tlf. 551721 ella við at senda teldupost til cab@januar.fo.

Líknandi størv

11. december 2025
Bókhaldari -skrivstovufólk   Faroe Islands nýtt
4. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið