Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
29. april 2025
Útgongur
12. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Suðuroyar Sjúkrahús sóknast eftir einum starvsfólki, ið kann fríðka um og halda grøna økið kring sjúkrahúsið vakurt.

Talan er um tímalønt starv við einari miðal arbeiðstíð á 20 tímar pr. viku í tíðarskeiðinum 1. juni til 30. september 2025.

Uppgávurnar eru at sláa gras, lúka ókrút, klippa trø og tað, ið annars verður mett neyðugt fyri eitt vakurt grønt øki.

Vit vænta, at viðkomandi er

  • álítandi
  • arbeiðssamur
  • røkin

Vit kunnu bjóða

  • skipaði viðurskifti
  • góðar arbeiðsumstøður
  • ávirkan á egnar uppgávur.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Mikkjal Bærendsen, maskinmeistara tlf. 34 33 00

Løn og setanartreytir eru eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Er hetta nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn til starv@ssh.fo í seinasta lagi mánadagin 12. mai 2025.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús her og um okkara visjón, missión og strategimál her.

Líknandi størv

Fulltrúi til Keyp Landsins   Faroe Islands nýtt
29. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið