Lýsing
Vit hava tørv á einum avloysara fyri bilførara frá viku 23 til og við viku 32. Tú skal koyra bakara- og aðrar vørur, ið vit framleiða, út í handlar okkara og matstovur.
Tað er umráðandi, at tú arbeiður skipað, og at tú er ábyrgdarfull/ur.
Tín arbeiðsdagur byrjar í bakarínum á Hoyvíksvegi 67 í Havn (Miðlon). Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 5 og kl. 14.
Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://sms.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/2350.
Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Súnhild Holm, samskipara, á telefon 233435.
Rein revsiváttan er kravd. Bert vanligt koyrikort er neyðugt fyri at røkja starvið. Kanst tú arbeiða ein part av tíðarskeiðnum, ert tú vælkomin at søkja eisini