Lýsing
Smyril Line søkir eftir kokki til avloysaratúr umborð á Mykinesi í tíðarskeiðnum 8. mai til 5. juni 2025.
Les meira um Mykines HER
Tín vangamynd
• Vinnubræv sum skipskokkur við handilsskipum
• Trygdarskeið, brandskeið og heilsuprógv
Uppgávur
• At matgera góðan og fjølbroyttan mat til manningina, sum telur áleið 15 fólk
• At halda køkin reinan og tryggja reinføri í øllum tínum gongdum
Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 6. mai 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið umvegis frymilin á heimasíðu HER
Hevur tú spurninar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Karin Katrinu Liliendahl, HR umsitara á 235951 ella HR@smyrilline.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.