Dutyfree FAE
Útgivið
2. maj 2025
Útgongur
15. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir frítíðaravloysarum til Duty Free handilin á flogvøllinum.

Hvørt ár ferðast smá 400.000 fólk um flogvøllin í Vágum, og tí hevur tað týdning, at tær dámar væl at koma í samband við nógv ymisk fólk, umframt at tú ert og sært virðið í at vera tænastusinnað/ur og fyrikomandi. Sum persónur ert tú ágrýtin og til reiðar at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur. Sum starvsfólk í Duty Free eru arbeiðsuppgávurnar nógvar og fjølbroyttar, men tín høvuðsuppgáva verður at taka tær av sølu og kundatænastu.

Arbeiðstíð
Arbeitt verður allar dagar í vikuni, og arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 06.30 og 21.00. Tó eru arbeiðstíðirnar lagaðar til flogferðsluna, so neyðugt er eisini at arbeiða uttanfyri hesar tíðir. Arbeiðir tú um vikuskifti, fella frídagar yrkadagar.

Løn- og setanartreytir
Løn og setanartreytir sambært nærri avtalu.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), møguligum viðmælum og øðrum viðkomandi tilfari, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 15.mai 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, trýstir tú her.

Vilt tú vita meira?
Vinaliga set teg í samband við Jonny Müller, handilsleiðara, á tel. 225 523, t-postur starv@dutyfreefae.fo

GG: Fyri at starvast á Vága Floghavn, skalt tú hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanning av lívsrensli (cv).

Líknandi størv

Kemilux   Faroe Islands nýtt
2. maj 2025
2. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið