Lýsing
Tænastudeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir reingerðarfólki, til setan 15. aug. 2022 ella áðrenn. Starvið er 25 tímar um vikuna, í dagtímunum.
Starvið umfatar dagliga reingerð av hølunum í starvsfólkabygninginum hjá sjúkrahúsinum. Størsti parturin av hesum eru íbúðir og kømur, ið okkara starvsfólk nýta, tá tey hava vakt. Harafturat eru kontórir, arbeiðsrúm og felagsrúm.
Førleikar og eginleikar:
- Royndir innan reingerð er ein fyrimunur
- Góð samstarvsevnir – reingerðin skal viðhvørt passast til arbeiðsgongdina hjá øðrum starvsfólkum
- Tú ert arbeiðssom/samur og nærløgd/-lagdur,
- Tú ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur,
- Tú ert fleksibul og hevur evni at raðfesta,
- Tú hevur sjálvsálit og dirvi til at siga tína hugsan.
Starvið liggur hjá Tænastudeildini. Tað eru uml. 25 fólk á Tænastudeildini, sum starvast innan reingerð, í goymsluni og á vaskarínum. Tú verður partur av Tænastudeildini, men kemur at samskifta og arbeiða saman við øðrum deildum eisini, tað eru fleiri deildir sum húsast í starvsfólkabygninginum.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála hjá arbeiðarafeløgunum í Klaksvík.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elin Hvidbro, samskipara á Tænastudeildini, á tel. 45 45 45, ella umvegis teldupost: elihv@ks.fo
Umsóknarfreistin er 1. juli 2022.
Umsókn skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo
Á okkara heimasíðu www.ks.fo, kanst tú lesa um Klaksvíkar Sjúkrahús.