
Lýsing
Hevur tú hug at sigla í einari 1-1 skipan við alskyns sløgum av farmi millum lond í Norðurevropa?
Vit bjóða tær:
- Kappingarføra løn
- Møguleikar at menna teg við viðkomandi skeiðum og líknandi
- Vælskipaðar mannagongdir har tú kemur at sigla í einari 1 til 1 skipan
- At gerast partur av einum reiðarríið í vøkstri
- Eitt mennandi og fjølbroytt starv har tú kemur at sigla við øllum frá vindmyllum til soyabønir
Vit vænta, at tú:
- Ert stinn/ur í enskum bæði á skrift og í talu
- Hevur førleika innan viðkomandi telduskipanir
- Hevur grundleggjandi kunnleika innan ISM
Allir umsøkjara mugu í minsta lagi hava hesi prógv:
- Pass
- Siglingarbók
- Heilsuváttan
- Vinnubræv STCW II/2,3 Chief Mate
- Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
- Trygdarskeið STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4
- Bátaførara skeið STCW A-VI/2-1
- ISPS skeið A-VI/6-1
- SSO STCW STCW A-VI/6
- Heilsuskeið – Sjúkraviðgeri STCW A-VI-4/1 4-2
- GMDSS (GOC)
Norkst Farledsbevís er ein fyrimunur
Nærri upplýsing um starvið kann fáast við at venda sær til Paula Højgaard DPA á tlf. 523010 ella við at senda ein teldupost til: pah@navigare.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. mai 2025
Stutt um Navigare Shipping
Navigare Shipping, sum rekur 15 skip og hevur uml. 200 fólk í starvi, er í dag eitt av størstu shipping feløgum í Føroyum, og ein týðandi aktørur á altjóða marknaðinum innan sítt vinnuøki. Fyritøkan er í gongd við at byggja nýggj skip, sum er ein liður í eini støðugari menningarætlan.
Okkara skip føra farm av alskyns slagi millum lond í øllum Norðurevropa. Vit hava deildir í Føroyum, Noreg, Skotlandi, Íslandi og Póllandi og høvuðssætið er í Søldarfirði. Vit leggja dent á samstarv, trivnað og menning – bæði fyri starvsfólk og fyritøku.