Lýsing
Hevur tú hug at gerast partur av okkara toymið og harvið hjálpa okkum við framhaldandi at vera yndisstaðið hjá nógvum kafé-gestum?
Vit sóknast eftir fólki eldri enn 18 ár til parttíðarstarv at arbeiða í kaféini. Talan er um barista starv, har tú kemur at starvast við kassan og gera kaffi.
Vit vænta av tær, at tú trívist á einum dynamiskum arbeiðsplássi, dámar væl at møta nýggjum fólkum og mentanum, dugur væl at seta gestin í hásæti og er liðilig(ur) í mun til skiftandi arbeiðstíðir.
Royndir innan øki er ein fyrimunur men ikki eitt krav.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, ert tú vælkomin at koma oman í Vágsbotn við einari umsókn, ella kann hon sendast á kaffihusid@kaffihusid.fo