Nánd-Heimatænastan
Útgivið
8. maj 2025
Útgongur
26. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum starvsfólki til køkin á eldrasambýlinum Vesturstovu.

Í løtuni verður seinasta hond løgd á útbygda og umvælda stórkøkin á Vesturstovu, sum framyvir fer at framleiða flestu máltíðir til øll trý eldrasambýlini í økinum umframt til dagtilhaldið í Doktarahúsinum og heimabúgvandi borgarar. Starvið hevur tilvísing til køksleiðaran og verður at byrja 1. juli 2025 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðin er í miðal 20 tímar um vikuna. Arbeitt verður dagtímar og 2. hvørt vikuskifti. Tað eru tvey til fýra starvsfólk til arbeiðis hvønn dag. Arbeiðið fevnir um at keypa inn, tilevna máltíðir til húsfólkini, umframt at halda køkin.

Vit ynskja, at tú

  • sært týdningin av at gera føðsluríkan og fjøltáttaðan mat til eldri fólk
  • hevur førleika at fáa til vega góðar rávørur
  • ert sjálvstøðug/ur og fleksibul
  • ert fyrikomandi fyri eldri fólki og hevur virðing fyri teimum

Umsøkjari við køksfakligari útbúgving hevur fyrimun. Um eingin við køksfakligari útbúgving søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving ella ófaklærdur verða settur í tíðaravmarkað starv.

Vit kunnu bjóða

  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd

Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík.

Starvsetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við Kost- og føðslufelagið ella Føroya Arbeiðarafelag. Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Kristinu í Króki Eliasen, køksleiðara á tlf. 730236 ella kristinak@eystur.fo.

Umsókn
Umskókn við CV og møguligum prógvum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 26. mai 2025 og kunnu sendast við telduposti til: nand@eystur.fo ella í brævi til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið