Hotel Føroyar
Lýsing
Á Ruts arbeiða vit við lokalt framleiddum og árstíðarbundnum rávørum, og tú fært ein spennandi møguleika at mennast sum kokkur í einum professionellum umhvørvi.
Hvat fært tú sum kokkalærlingur hjá Ruts?
Tú fært møguleikan at arbeiða við frálíkum rávørum og menna tínar førleikar innan matgerð. Tú lærir at hugsa kreativt og arbeiða í einum professionellum køki saman við royndum kokkum. Sum lærlingur verður tú ein partur av einum toymi, har samstarv og góðska eru í hásæti.
Les meira og send tína umsókn her: Vilt tú vera kokkalærlingur hjá Ruts? | Career - Strawberry