Útgivið
20. juni 2022
Útgongur
20. juli 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir sálarfrøðingi til Blákrossheimið til setan 1. oktober 2022. Talan er um fast fulltíðarstarv.

Blákrossheimið veitir ambulanta og samdøgurviðgerð til vaksin við rúsnýtsluórógvi og teirra avvarðandi. Eisini er ambulant viðgerð til ung niður í 15 ár. 15 starvsfólk eru knýtt at Blákrossheiminum. Starvfólkahópurin er samansettur av sálarfrøðingum, psykoterapeutum, sjúkrarøktarfrøðingi, lækna, heilsurøktara, rúsevnisviðgerum, presti, kokki, kvøldvaktum, náttarvaktum og skrivara. Vit leggja stóran dent á at veita viðgerð við nærlagni og góðari tænastu til okkara brúkarar og teirra avvarðandi. Umframt hetta fáa vit javnan ráðgeving frá psykiatara við atliti til dupultdiagnosur. Høvuðsviðgerðarleisturin er DAT (dialektisk atferðarterapi). Við eini holistiskari menniskjaáskoðan veita vit vegleiðing til tað heila menniskjað, nakað, sum hevur týdning fyri at skapa framgongd.

Arbeiðið hjá sálarfrøðingunum umfatar í høvuðsheitum sálarfrøðiliga viðgerð av bæði ungum og vaksnum brúkarum, einstaklingasamrøður, bólkaundirvísing, útgreining, tvørfakligt samarbeiði við hinar fakbólkarnar á stovninum og tvørtur um geirar. Samskipan er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðinum. Vit bjóða eisini áhaldandi fakliga menning og persónliga supervisión.

Førleikakrøv
Cand.psych. ella samsvarandi útbúgving við løggilding. Sálarfrøðingar uttan løggilding kunnu eisini søkja starvið. Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur.

Dentur verður lagdur á:

  • Arbeiðsroyndir innan útgreining og viðgerð av ungum og vaksnum.
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur góðkenning og royndir við DAT-viðgerð.
  • Hevur lætt við at koma í samband við menniskju.
  • Hevur áhuga fyri at arbeiða við bæði ungum og vaksnum.
  • Hegni til at arbeiða sjálvstøðugt og samstarva tvørfakligt innanhýsis og tvørtur um geirar.
  • Fakligt arbeiðssemi og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar.
  • At tú ert álitisvekjandi og hevur góð innlivingar- og samstarvsevni.

Løn/setanartreytir:
Talan er um fulltíðarstarv. Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Umsókn saman við prógvum, CV, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 8. august 2022 kl.12.00.

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Jüttu J. Olsen, leiðara á Blákrossheiminum. T-post: jutta@blakross.fo, ella tlf. +298 780 760

Umsóknin skal sendast til:
blakrossheimid@blakross.fo
Att.: Jütta J.Olsen, leiðari

Blákrossheimið
www.blakrossheimid.fo

Líknandi størv

10. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið