Tórshavnar kommuna
Lýsing
Dámar tær relatiónsarbeiðið? Dámar tær at vera saman við børnum og fordjúpa teg í teirra spæli og hugaheimi? Kundi tú hugsa tær at starvast við rúmligum og fakligum fólki? Um so er, so er hesin stovnurin júst nakað fyri teg. Vit leita eftir:
- einum starvsfólki til barnagarð at arbeiða 35 tímar um vikuna, at byrja 2. juni 2025. Hetta starvið er tíðaravmarkað til 23. december 2025 – við møguleika at halda á fram
- einum starvsfólki til barnagarðin at arbeiða 18 tímar um vikuna, at byrja skjótast gjørligt. Hetta er eitt tímalønt starv ið er væl egnað til ein námsfrøðilesandi
Námsfrøðilesandi ið fáa prógv í summar eru vælkomin at søkja.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema