Lýsing
KJ sóknast eftir fleiri ágrýtnum og nærlægdum maskinsmiðum, sum ynskja ein virknan og týðandi leiklut í dagliga smiðjuarbeiðinum á Kambsdali. Nýgerð og umvælingar umborð á skipum og tvíkiljum er partur av dagligu uppgávunum.
Vit bjóða:
- Fjølbroyttar og spennandi uppgávur
- Umvælingar umborð á skipum ella fast á framleiðslutoyminum innan tvíkiljur
- Yvirtíð – um áhugi er fyri tí
- Óformelt arbeiðsumhvørvi
- Góðar tryggingar
- Matarskipan
Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Vit hava skipaði viðurskiftir og eitt gott arbeiðsumhvørvið.
Útbúgving og royndir:
Tað er eitt krav at tú hevur lokið prógv sum maskinsmiður ella aðra maskintekniska útbúgving. Viðkomandi arbeiðsroyndir við smiðjuarbeiði umborð á skipum og tvíkiljum er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Koyrikort til persónbil er eitt krav.
Vit vænta av tær:
Tað er umráðandi at tú hevur góð samstarvsevnir í einum toymi, og dugur at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Tú ert tænastusinnað/ur, og brennur fyri at veita viðskiftafólki góða tænastu og vegleiðing.
Meir at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Birgir Samuelsen, tekniska leiðara, á tel. 58 88 56 ella bsa@kj.fo. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Umsókn
Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møgulig viðmælir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. mai 2025. Umsókn og viðkomandi skjøl kunnu sendast til starv@kj.fo ella latast inn umvegis frymilin niðanfyri