Lýsing
Baldursbrá er ein náttúrubarnagarður, við denti á tryggleika og umsorgan, sum fær tað einstaka barnið at mennast og trívast.
Baldursbrá kommunalur dagstovnur, ið lat upp á heysti í 2021.
Stovnurin hevur frálíka staðseting, við fjøru og haga í nærumhvørvinum. Náttúran myndar tískil ein týðandi part av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum.
Tríggjar barnagarðsstovur eru í Baldursbrá. Dreymsólja, Gullsólja og Snjósólja. og her er pláss fyri 45 barnagarðsbørnum, í aldrinum 3-6 ár
Søkt verður eftir einum námsfrøðingi á 30 tímar, at byrja 16. juni ella eftir nærrri avtalu. Og einum námsfrøðingi á 35 tímar um vikuna, at byrja 11. august. Um ongin námsfrøðingur søkir, verður ástøðingur ella hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Vit kunnu bjóða:
- Ein spennandi stovn, ið er í menning viðvíkjandi námsættlan og virðisgrundarlag
- Ein góðan og vælvirknan starvsfólkahóp
- Ein stovn, ið arbeiður við nátt úrunámsfrøði
- Ein ráðleggingardag um árið,har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum
- Tíð til fyrireiking.
Vit vænta, at tú:
- Hevur ein savnandi hugburð
- Ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
- Leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
- Sær møguleikar í øllum børnum
- Vil vera við til at mynda stovnin sum ein nátturubarnagarð
- Hevur áhuga í at arbeiða við náttúrunámsfrøði, endurnýslu og burðardygd
- Ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
- Sær stórt virði í viðurkenning og inklusión
- Ert týðilig/ur í samskifti, og leggur dent á gott samstarv
Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vivian B. Samson, leiðara, á telefon 225719
Umsókn, saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi seinasta lagi 10. juni 2025.
Tú søkir starvið umvegis leinkju á www.klaksvik.fo