Tórshavnar kommuna
Útgivið
13. maj 2025
Útgongur
26. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

»Sansir vekja minnir og gera máltíðirnar til stjørnuløtur«.

Køkurin á Ellisheiminum søkir eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum køksstarvsfólki frá 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu.

Talan er um eitt starv á setanarbrot 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er frá kl. 8.00 til 15.00 og arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti. Í køkinum á Ellisheiminum starvast trý starvsfólk dagliga, og tvey starvsfólk í vikuskiftinum.

Ellisheimið er eitt 89 ára gamalt røktarheim í Tórshavn. Á Ellisheiminum búleikast 24 búfólk og umleið 55 starvsfólk, sum hava sítt yrki. Á Ellisheiminum leggja vit dent á at skapa tryggleika og lívsvirði fyri búfólki. Vit arbeiða viðurkennandi, og saman við búfólkunum og avvarðandi, at skapa eitt umhvørvið har allir partar trívast og mennast.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið